Færri uttan bústaðartilknýti eru nú í Føroyum

Færri uttan bústaðartilknýti eru nú í Føroyum
Frá 2022 til 2024 stóðu tey fyri gott helvtini av vøkstrinum, men í fjør vóru tey bara ein triðingur av vøkstrinum
Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal fólk hava búð helvtina av lívinum ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
12.03.2026 - 10:24

Færri uttan bústaðartilknýti leggjast aftrat fólkatalinum í Føroyum, skrivar Hagstovan.

Síðstu tíggju árini er parturin av fólkinum uttan bústaðartilknýti vaksin úr 1,8 upp í 5,2 prosent.

Vøksturin tók dik á seg í 2018 og var størstur í 2021 og 2022, tá tey uttan bústaðartilknýti stóðu fyri  85 prosentum av fólkavøkstrinum. 

Síðan tá hevur teirra íkast til fólkavøksturin verið minkandi. 

Frá 2022 til 2024 stóðu tey fyri gott helvtini av vøkstrinum.

Í 2025 vóru tey bara ein triðingur av vøkstrinum. 

Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal fólk hava búð helvtina av lívinum ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576