Khamenei mælir iranum til at standa saman

Khamenei mælir iranum til at standa saman
Ovasti leiðarin í landinum sigur, ar álopini á flógvalondini halda fram, og Hormuz-sundið verður verandi stongt
Mojtaba Khamenei er nýggjur leiðari í Iran.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.03.2026 - 14:38

Ovasti leiðarin í Iran, 56 ára gamli Mojtaba Khamenei, mælir í fráboðan í sjónvarpinum iranska fólkinum til at standa saman.

Hetta er fyrstu ferð, at hann úttalar seg sum nýggjur leiðari í Iran, eftir at pápi hansara varð dripin í amerikanskum og ísraelskum álopi 28. februar.

Ungi Khamenei heitir eisini á amerikanarar um at steðga øllum virksemi á herstøðum í økinum, og ávarar um álop, um hetta ikki verður gjørt. Hann staðfestirr eisini, at álopini á flógvalondini halda fram.

Khamenei vissar um, at Iran bert loypur á herstøðir.

- Iran fer ikki at halda seg aftur at hevna blóðið hjá pínslarváttunum, sigur hann.

Ovasti leiðarin í Iran sigur eisini, at Hormuz-sundið verður verandi stongt, fyri at leggja trýst á fíggindan.

Iran fer at krevja endurgjald frá sínum fíggindum, ella oyðileggja teir, um hetta ikki hendir, sigur Khamenei.

Í røðuni takkar hann teimum, sum eru á hermótinum, sum hann lýsir sum bestu vinir Irans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040