USA lopið á oljuøkið Kharg í Iran

USA lopið á oljuøkið Kharg í Iran
Amerikonsk hermegi leyp í nátt á iransku oynna Kharg, sum er ein týðandi partur fyri iranska oljuinfrakervið
USA hevur í nátt lopið á oynna Kharg í Iran
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.03.2026 - 12:45

Í nátt framdi amerikonsk hernaðarmegi álop á Iransku oynna Kharg.  

Tað skriva miðlar sum DR og Reuters.  

Sambært DR sigur Donald Trump seg hava oyðilagt øll hernaðarlig mál á oynni.  

Hóast oyggin ikki fevnur um meira enn 20 ferkilometrar, so fer okkurt um 90 prosent av oljuútflutninginum hjá Iran gjøgnum Kharg. Hetta ger oynna til eitt ógvuliga búskaparliga viðkvæmt mál, skrivar The Guardian.

Sambært Trump er einki av oljuinfrakervinum tó rakt. Men um hetta verður verandi soleiðis er óvist og sambært forsetanum veldst tað um Iran ella onnur "gera nakað fyri at órógva ta fríu og tryggu ferðsluna hjá skipum gjøgnum Hormuzsundið", skrivar DR.

 

Mynd: AFP/Ritzau Scanpix

 

Iran hóttir hinvegin við at leypa á oljufeløg sum samstarva við USA, um amerikanarar leypa á oljuinfrakervið í oynni.

Um Trump endar við at gera álvara av síni hóttan, og oyðileggur oynna fer hetta at ávirka oljuprísirnar enn longur uppeftir, sigur Arne Lohmann Rasmussen, høvuðsgreinari hjá Global Risk Management, við DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860