Fimti hvør ivast, hvar krossurin skal setast

bannari
Fimti hvør ivast, hvar krossurin skal setast
Í nýggjari veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, siga 19,9 prosent av teimum spurdu, at tey hava ikki tikið støðu, hvønn flokk tey skulu velja
Veljarakanningin vísir, at fimti hvør hevur ikki tikið støðu til, hvønn tey skulu velja. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.03.2026 - 17:50

Fimti hvør veljari ivast framvegis, hvar krossurin skal setast á løgtingsvalinum.

Nýggj veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, vísir, at 19,9 prosent av teimum spurdu hava ikki enn tikið støðu til, hvønn flokk tey fara at velja. 

Tað svarar til, at umleið fimti hvør veljari enn ivast, nú løgtingsvalið nærkast.

 

(Mynd: Lóður)

 

 

Fólkaflokkurin størstur

Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin er størstur við 28,8 prosentum av atkvøðunum. Tað gevur flokkinum 10 tingsessir, sum eru fýra fleiri enn á valinum í 2022.

Sambandsflokkurin fær 21,9 prosent og stendur til at varðveita sínar sjey tingsessir.

Javnaðarflokkurin fær 17 prosent og seks tinglimir, tríggjar færri enn seinast. 

Tjóðveldi fær 15,1 prosent og fimm tinglimir, sum er ein minni enn á seinasta løgtingsvali.

 


(Mynd: Lóður)

 

Miðflokkurin ein sess aftrat

Miðflokkurin stendur til at fáa 7,6 prosent og tríggjar tinglimir - ein meira enn seinast. Framsókn fær sjey prosent av atkvøðunum og tveir tinglimir - ein minni enn seinast. Sjálvstýrisflokkurin fær 2,6 prosent, og kemur sambært kanningini ikki á ting.

Aftrat teimum, sum ivast, so siga 2,2 prosent, at tey fara ikki á val, meðan 3,1 prosent siga, at tey fara at atkvøða blankt.

Óvissan í veljarakanningini er millum 1,3 prosent og 3,6 prosent - alt eftir, hvussu nógv hvør flokkur fær.

810 tilvildarliga útvald fólk í aldrinum 18–75 ár svaraðu kanningini gjøgnum telefon ella á netinum í tíðarskeiðnum frá 9.–13. mars 2026.                                
        

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763