Ymiskar freistir at greiða brævatkvøðu til fólkatings- og løgtingsvalið

bannari
Ymiskar freistir at greiða brævatkvøðu til fólkatings- og løgtingsvalið
Veljarar, sum ætla at brævatkvøða, hava tvær ymiskar freistir. Til fólkatingsvalið er freistin nú leygardagin 21. mars, meðan freistin til løgtingvalið er mikudagin 25. mars
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2026 - 19:10

Fleiri kommunur hava upplýst skeiva freist fyri brævatkvøðu til fólkatingsvalið 24. mars. 

Tað boðar Ríkisumboðið frá.

Freistin at brævatkvøða til fólkatingsvalið er næstseinasta gerandisdag fyri valið. Fólkatingsvalið verður týsdagin 24. mars. Tað merkir, at freistin fyri at greiða brævatkvøðu til fólkatingsvalið er longu nú leygardagin 21. mars,

Ríkisumboðið boðar samstundis frá, at av tí, at seinasta freist fyri at brævatkvøða fellur á ein leygardag, tað er leygardagin 21. mars, mugu veljarar sjálvir kanna, um tað í teirra kommunu ber til at brævatkvøða eftir vanliga skrivstovutíð fríggjadagin 20. mars - um tað altso ikki ber til at greiða atkvøðu áðrenn tað.

 

Freistin dagin fyri til løgtingsvalið

Til løgtingsvalið hósdagin 26. mars er seinasta freist at brævatkvøða dagin fyri sjálvan valdagin.

Harvið er freistin at brævatkvøða til løgtingsvalið sostatt mikudagin 25. mars. 

Annars eru mannagongdirnar í sambandi við at brævatkvøða til fólkatingsvalið og løgtingsvalið tær somu, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri á Umhvørvis- og familjudeildini í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.

1801223

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329