Iran váttar: Larijani er deyður

Iran váttar: Larijani er deyður
Fremsti trygdarstjórin í landinum var ein av ráðgevunum hjá Ali Khamenei, ayatollah
Ali Larijani er deyður í ísraelskum álopi.
Mynd: Osman Orsal/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.03.2026 - 09:00

Fremsti trygdarstjórin í Iran, Ali Larijani, er deyður.

Tað vátta almennir iranskir miðlar sambært Reuters.

Í gjár søgdu bæði ísraelski verjumálaráðharrin og uttanríkisráðharrin, at Jarijani var dripin í einum ísraelskum álopi.

Larijani var mettur sum álitisfólk og ein av tættastu ráðgevum hjá deyða ayatollah Ali Khamenei, tá hann var ovasti leiðari í Iran.

 

Hevna drápið

Iran boðar frá, at landið fer at svara aftur, og tað verður ikki við mýkindum. 

- Iran svarar aftur uttan nakað himpr, segði Amir Hatami, iranskur hernaðarstjóri, í nátt.

Iranska tjóðarhirðin upplýsir, at hon longu hevur skotið rakettir eftir Ísrael fyri at hevna drápið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025