Keypiorkan haltar framvegis hjá verkafjøldini

Keypiorkan haltar framvegis hjá verkafjøldini
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Verkfafólki, vísir uppáhaldinum hjá Búskaparráðnum aftur, at keypiorkan er vunnin aftur
Sonja Jógvansdóttir er samskipari í felagsskapinum Verkafólki.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
18.03.2026 - 11:31

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Verkafólki, leggur nú tøl á sosialu miðlarnar, sum afturvísa uppáhaldinum hjá Johnny í Grótinum, formanni í Búskaparráðnum, um at keypiorkan hjá fólki er vunnin aftur.

- Har manglar ógvuliga nógv í, leggur hon dent á.

Í gjár vísti Sonja Jógvansdóttir, samskipari í fakfelagsfelagsskapinum Verkafólki, á Facebook á stóra prísvøksturin seinastu árini, og hon sigur, at prísvøksturin ger, at keypiorkan framvegis haltar hjá stórum pørtum av verkafjøldini. 

Ítøkiliga vísir hon á, at prísurin á mati og drekka er hækkaður 27,6 prosent í tíðarskeiðnum 2020 - 2025, húsaleiga 42,5 prosent, sethús við rentuútreiðslum 33,3 prosent og el og olja 31,1 prosent:

 

18032026_Sonja_1

 

So keypiorkan er verri enn so vunnin innaftur, leggur Sonja Jógvansdóttir dent á. 

Hon fýlist á, at formaðurin í Búskaparráðnum brúkar miðaltøl, sum ikki neyðturviliga avspegla tað veruliga livaða lívið. 

Og lønarsamráðingar einsamallar loysa ikki trupulleikarnar hjá teimum lægst løntu at fáa endarnar at røkka saman - politisk átøk mugu eisini til:

 

18032026_Sonja_2

 

Í Føroya Arbeiðsgevarafelag vilja tey ikki út í eitt kjak um hagtøl, men taka tað almenna prístalið til eftirtektar. 

- Er ivi um tey tølini, má kjakið takast við tey, sum varða av prístalshagtølunum, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985