Marita omaná ímóti Janu í føroyingauppgerð

Marita omaná ímóti Janu í føroyingauppgerð
Heldur óvæntað eydnaðist Høj at vinna á Viborg á útivølli. Marita Mortensen skoraði tríggjar ferðir fyri Høj, meðan Jana Mittún skeyt átta mál fyri Viborg
Mynd: Høj Elite  
 
19.03.2026 - 10:17

Marita Mortensen var omaná ímóti Janu Mittún í føroyingauppgerðini í bestu donsku hondbóltsdeildini í gjár.

Høj vann 29-27 á Viborg í Jútlandi. Eitt úrslit, sum Høj kallar "tað besta hjá kvinnunum í søgu felagsins".

Marita Mortensen skeyt trý mál upp á tríggjar skotroyndir fyri Høj, meðan Jana Mittún spældi ein branddyst fyri Viborg og skeyt átta mál upp á 11 royndir. Harumframt legði hon upp til fýra mál og vann tvey brotskast.

Tapið er ein smeitur fyri Viborg, sum nú fær ilt við at røkka topp-fýra plássunum. 

 

Maria væl uppløgd møti nýggja felagnum

Maria Pálsdóttir Nólsoy var væl uppløgd, tá Horsens vann 34-31 í København Håndbold.

Bakkurin spardi ikki høvuðsstaðarfelagið, sum hon skiftir til eftir hetta kappingarárið, men var við sínum sjey málum og fýra uppleggum millum avgerandi spælanarnar hjá Horsens. 

Suna Krossteig Hansen skoraði fýra mál, men brendi heili 10 skot, tá Skandenborg tapti fyri Nykøbing. Harumframt legði bakkurin upp til sjey mál.

Rakul Wardum og Ringkøbing taptu sum væntað á útivølli ímóti Odense, men munurin var bert trý mál. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858