Kvinnuhúsið skal hava nýggjan leiðara

Kvinnuhúsið skal hava nýggjan leiðara
Eyðvør Tausen Olsen var leiðari frá september 2022, og fyribils leiðari nú er Luciana Santos
Kvinnuhúsið heldur til í bygninginum hjá KFUM í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.03.2026 - 08:23


Kvinnuhúsið søkir eftir leiðara. 

Kvinnuhúsið hevur viðtalur við einstaklingar og samrøðubólkar.

Tað hevur ráðgeving og vegleiðing til kvinnur og menn.

Kvinnur og børn kunnu gista har í avmarkaða tíð.

Eyðvør Tausen Olsen var leiðari í Kvinnuhúsinum frá september 2022. Fyribils leiðari nú er Luciana Santos.

Saman við nevndini í Kvinnuhúsfelagnum hevur leiðarin ábyrgd av at umsita og reka Kvinnuhúsið.

Umsóknarfreistin til leiðarastarvið er á middegi 15. apríl.

Setanarsamrøður vera í viku 17, sum byrjar 20. apríl.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775