Endaliga úrslitið: Sjúrður Skaale tók metið fleiri ferðir

Endaliga úrslitið: Sjúrður Skaale tók metið fleiri ferðir
10.823 atkvøður fekk Sjúrður Skaale, tá avtornaði, og tað er tvær og eina hálva ferðir fleiri atkvøður enn gamla metið
 
24.03.2026 - 22:29

So er úrslitið av fólkatingsvalinum klárt. 

Bæði Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum og Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum slerdu gamla atkvøðumetið. 

Munurin var bara, at Sjúrður Skaale fekk tvær ferðir so nógvar atkvøður sum Anna Falkenberg. 

Og tað vóru ikki fáar atkvøður, ið vinnararnir fingu.  

Sjúrður Skaale var ógvuliga frammaliga frá byrjan, og endaði við heili 10.823 persónligum atkvøðum.

Anna Falkenberg var nummar tvey við 5.304 persónligum atkvøðum.

 

260324_SJURDUR_ANNA_STUDIO

 

ENDALIGA ÚRSLITIÐ SÆST HER!!!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065