Forsøgn: Sjúrður og Anna verða væntandi afturvald

Forsøgn: Sjúrður og Anna verða væntandi afturvald
Sambandsflokkurin hevur tikið dik á seg, eftir at Javnaðarflokkurin hevði lagt seg lagt á odda fyrr á kvøldinum. Nú styttist eitt sindur millum teir báðar stóru flokkarnar
 
24.03.2026 - 21:25

"Hetta verður Landskrona hjá Sjúrður Skaale."

Soleiðis sigur Sólvit Nolsø, viðmerkjari, tá hann var spurdur, um Sjúrður Skaale fer at taka atkvøðumetið, fyri eitt fólkatingsval. 

Og tað er eingin ivi um, at metið verður tikið. 

Sjúrður Skaale hevur longu fingið yvir 3.000 atkvøður, og tá er Havnin ikki upptald. 

Anna Falkenberg hevur fingið yvir 1.800 atkvøður higartil.

Á triðja plássi liggur Høgni Hoydal við yvir 300 atkvøðum.

 

Ikki útilokað tvey umboð

Spurningurin nú enn, um tað kann koma upp á tal, at Sjúrður Skaale og Javnaðarflokkurin kunnu vinna bæði fólkatingsumboðini. 

Flóvin Eidesgaard, hagfrøðingur, vildi ikki endaliga útiloka tað, tí so nógvar atkvøður eru eftir at blíva upptaldar. Flóvin Eidesgaard helt tað vera lítið sannlíkt, tí nú hevur Sambandsflokkurin tikið dik á seg. 

Men eingin annar flokkur klárar at fylgja við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392