Valluttøkan á fólkatingsvalinum verður góð

Valluttøkan á fólkatingsvalinum verður góð
Í Klaksvík, Runavík og í Havn høvdu fleiri verið á vali klokkan 15 enn somu tíð á seinasta fólkatingsvali
Á fólkatingsvali í Runavík. Klokkan 15 høvdu 937 valt, og tað eru 24,5 prosent av teimum, sum hava valrætt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2026 - 16:02

Nógv bendir á, at valluttøkan til fólkatingsvalið í dag verður góð.

Í Klaksvík høvdu 937 valt klokkan 15, og tað svarar til 24,5 prosent av teimum, sum hava valrætt.

Á fólkatingsvalinum í 2022 høvdu 792 fólk valt í Klaksvík klokkan 15, svarandi til 20,8 prosent.

Í Runavík var talið 679 klokkan 15, og tað svarar til 30,8 prosent. Á valinum í 2022 høvdu 470 fólk valt um somu tíð, ella  21,5 prosent.

Í Havn velja fólk nú eisini í Hoyvík, men verður hugt at valluttøkuni í høllini á Hálsi, høvdu 28,6 prosent av teimum, sum hava valrætt, atkvøtt klokkan 15 - samanborið við 26,2 prosent á seinasta fólkatingsvali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655