Arbeiðsloysið framvegis eitt prosent

Arbeiðsloysið framvegis eitt prosent
Í februar vóru 352 fólk arbeiðsleys, 61 færri enn í februar í fjør
Arbeiðsloysið er framvegis lítið og einki.
Mynd: Hagstovan  
 
25.03.2026 - 10:44

Arbeiðsloysið er framvegis eitt prosent.

Tað var 0,1 prosentstig minni enn í februar í fjør, skrivar Hagstovan.

Í februar vóru 352 fólk arbeiðsleys, 61 færri enn í februar í fjør.

Arbeiðsloysið er størri hjá monnum enn hjá kvinnum.

Minsta arbeiðsloysið er í Norðoyggjum. Tað er størst í Suðuroynni. 

Í februar vóru 44 fólk, 12,5 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys. 

Tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.

Sambært heimasíðuni hjá ALS fáa 268 fólk arbeiðsloysisstuðil í dag, 174 menn og 94 kvinnur.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541