Argir: Valluttøkan 10 prosent lægri higartil

Argir: Valluttøkan 10 prosent lægri higartil
Sjálvt um veðrið var til vildar fyrrapartin, so hava nógv færri valt á Argjum higartil
Færri hava valt á Argjum klokkan 16 enn somu tíð fyri fýra árum síðan
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
26.03.2026 - 16:15

Klokkan fýra høvdu 773 fólk verið og greitt atkvøðu á Argjum.

Tað svarar til 41,63 prosent av teimum 1.857 veljarunum, sum hava valrætt, sigur Sólrun Gleðisheygg, forkvinna í valstýrinum.

Tað eru góð tíggju prosent færri enn til seinasta løgtingsval, tá 845 fólk høvdu valt um somu tíð. Tað svaraði tá til 51,7 prosent.

Og samanborið við fólkatingsvalið týsdagin er hugurin at velja tíðliga á Argjum munandi verri í dag. Ikki tí, tann samanberingin er ikki røtt, tí tað er hvør sítt val og valmynstur, men týsdagin lógu tølini á Argjum javnt og samt trý prosent hægri enn í 2022.

Eisini talið av brævatkvøðum er lægri á Argjum hesa ferð enn til seinasta løgtingsval. Tá vóru 188 brævatkvøður, í ár eru tær 167.

Spurningurin er so, um valluttøkan á Argjum slær hana fyri fýra árum síðan. Tá var valluttøkan 90,1 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040