Meira enn helvtin hevur valt í Hoyvík

Meira enn helvtin hevur valt í Hoyvík
Tey hava einki at samanbera við í Hoyvík, tí hetta er fyrstu ferð, tey velja til Løgtingið
Hoyvíkingar velja á fyrsta sinni í Hoyvík til Løgtingið
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
26.03.2026 - 17:36

Tað er ein serligur dagur í Hoyvík í dag. 

Ella eisini í dag, tí í dag er fyrstu ferð, at hoyvíkingar sleppa at velja til Løgtingið. Týsdagin var fyrstu ferð, tey valdu til Fólkatingið, og tá endaði valluttøkan uppi á 72,3 prosentum áðrenn brævatkvøður og 77,68 prosentum við brævatkvøðum.

Klokkan fimm høvdu 54,3 prosent verið á vali, og tað talið er í øllum førum vaksið, tí beint eftir klokkan fimm kom veruliga trýst á eina løtu, og køin vaks.

Sambært Eyðfríð Lisberg Jacobsen, forkvinnu í valstýrinum, hava 3.432 fólk valrætt í Hoyvík í dag, og klokkan fimm høvdu 1.863 fólk valt. Afturat tí skulu so leggjast tey gott og væl 300, sum hava brævatkvøtt.

Tað merkir, at góð 63 prosent hava valt, nú arbeiðsdagurin er liðugur.

img_6222.jpeg

Frítekst tagging: 

Talva yvir atkvøðutalið í Hoyvík hvønn tíma

img_6223.jpeg

Frítekst tagging: 

Talva yvir vallutøkuna tíma fyri tíma

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040