Tríggir politikarar takka fyri seg

bannari
Tríggir politikarar takka fyri seg
Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi vitjaðu í sendingini Valfepur í dag.
 
26.03.2026 - 16:46

Tríggir politikarar, sum ikki stilla upp aftur, vitjaðu í sendingini Valfepur í dag. Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi hava øll valt at takka fyri seg í politikki á hesum sinni.

Svarini eru ymisk, tá ið spurt var, hví tey ikki stilla upp aftur.

Bjørt Samuelsen: "Tað heilt ærliga svarið fært tú ikki. Viðhvørt má mann taka nakrar avgerðir, og eg føldi, at henda avgerðin var neyðug at taka nú."

Ingilín D. Strøm: "Eg havi brúk fyri einum steðgi úr løgtinginum. Tað er gott fyri øll at taka eitt fet aftur og spyrja seg sjálvan, hví tú av fyrstani tíð stillaði upp."

Magnus Rasmussen: "Eg havi hug at siga, at hatta var mítt íkast til fólkaræðið, og tað havi eg verið glaður fyri."

1803343

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025