- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðalaldurin í nýggja tinginum er 50,8 ár
Miðalaldurin í nýggja tinginum er 50,8 ár
Bara tveir tinglimir eru undir 30 ár, meðan nærum helmingurin er millum 50 og 59 ár

Kvinnurnar eru framvegis í minniluta í tinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
27.03.2026 - 14:30
Miðalaldurin í nýggja løgtinginum er 50,8 ár.
Bara tveir tinglimir eru undir 30 ár, meðan nærum helmingurin er millum 50 og 59 ár.
Kvinnurnar eru framvegis í minniluta í tinginum.
Av teimum 33 tinglimunum, sum eru vald, eru 10 kvinnur, og tað svarar til umleið 30 prosent.
Bjørg Brynhildardóttir Egholm. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Bjørg framman fyri Høgna og Sirið
Hyggja vit at toppskorarum í hvørjum flokki, er vert at nevna nýggja stjørnuskotið í Tjóðveldi, 20 ára gomlu Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum fekk 972 persónligar atkvøður. Høgni Hoydal fekk 611, og Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, fekk 566.
Eisini í Miðflokkinum var formaðurin yvirhálaður av einum yngri valevni. Steffan Klein Poulsen gjørdist stóri toppskorarin hjá Miðflokkinum við 701 atkvøðu, meðan formaðurin Jenis av Rana fekk 363.
Eyðdis Hartmann Niclasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Eyðdis nummar tvey
Hjá Sambandsflokkinum gjørdist Eyðdis Hartmann Niclasen nummar tvey á listanum við 636 atkvøðum, meðan formaðurin, Bárður á Steig Nielsen, fekk 1.478 atkvøður.
í Javnaðarflokkinum vóru tað teir báðir, Aksel V Johannesen og Ben Arabo, sum fingu flestar atkvøður. Aksel V Johannesen fekk 1.114, og Ben Arabo fekk 955.
Ruth Vang fekk nógv flestar atkvøður hjá Framsókn. Hon fekk 992 atkvøður, og Bjarni Kárason Petersen fekk 369.
Sámal Petur í Grund fekk Sjálvstýri í tingið við 551 persónligum atkvøðum.
Beinir Johannesen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Beinir fekk flestar atkvøður í gjár
Hjá Fólkaflokkinum fekk formaðurin, Beinir Johannesen, 1.677 atkvøður, og tað var tað mesta, sum nakað valevni nakar fekk í gjár. Bárður á Lakjuni fekk 837. Jørgen Niclasen var nummar trý á fólkaflokslistanum við 659 atkvøðum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























