Hákun og teir mistu sigurin á Magdeburg úr hondum

Hákun og teir mistu sigurin á Magdeburg úr hondum
Hákun West av Teigum skoraðu upp á allar sínar kjansir, tá Füchse Berlin tapti við tepurt í Magdeburg og helst misti kjansin at endurvinna týska meistaraheitið
Füchse Berlin var frammanfyri stóran part av toppbrakinum ímóti Magdeburg, men sigurin glapp teimum av hondum
Mynd: Fuchse Berlin  
 
29.03.2026 - 15:03

Füchse Berlin tapti tepurt fyri Magdeburg á útivølli í gjár og misti helst eisini kjansin at endurvinna týska meistaraheitið.

Hákun West av Teigum skeyt trý mál upp á tríggjar skotroyndir, men berlinrevarnir megnaðiuikki at halda fast í tepru leiðsluni, sum teir høvdu havt stórar part av dystinum.

Síðstu sjey minuttirnar fór Magdeburg framum, og eftir hetta var eingin vegur aftur hjá føroyska landsliðsveinginum og hinum úr høvuðsstaðarfelagnum.

Magdeburg er nú fremst við 48 stigum, Flensburg hevur 41, Füchse Berlin 40, Gummersbach 37, og Kiel er nummar fimm við 36 stigum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur sitið uttanfyri við akslaskaða í fleiri vikur, men hann fekk nakrar minuttir fríggjakvøldið, tá Kiel tapti fyri Melsungen við einum máli. Føroyingurin skoraði tvey og legði upp til eitt mál.

Hannover-Burgdorf við Vilhelmi Poulsen er á 10. plássi í Bundesliguni eftir 33-27 tap fyri Gummersbach leygardagin.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576