Apotekið á Tvøroyri verður verandi í hølunum hjá kommununi

Apotekið á Tvøroyri verður verandi í hølunum hjá kommununi
Í fjør var blámusoppur staðfestur í bygninginum hjá apotekinum
 
30.03.2026 - 09:13

Apotekið á Tvøroyri sleppur at vera í hølunum hjá kommununi við Sjógøtu til 1. august næsta ár.

Tað hevur býráðið á Tvøroyri samtykt.

Í fjør summar noyddist apotekið at flyta, tí blámusoppur var í bygninginum hjá apotekinum.

Hann verður nú umvældur.

Kommunan gjørdi av at leiga apotekinum Sjógøtu 2 í eitt ár, men leigusáttmálin kundi tó vara til árslok 2026.

Nú hevur býráðið so avgjørt, at apotekið sleppur at leiga til 1. august 2027. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708