Samgongusamráðingarnar eru byrjaðar

Samgongusamráðingarnar eru byrjaðar
Formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum eru farnir á fund í hølunum hjá Havnar Arbeiðarafelag
Teir tríggir floksformenninir á veg á fund at samráðast um landsstýrissamgongu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.03.2026 - 10:29

Samgongusamráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin byrjaðu um 10-tíðina.

Tá fóru formenninir i teimum trimum flokkunum á fund í hølunum, sum løgtingið leigar frá Havnar Arbeiðarafelag.

Eftir at hava havt fund við allar flokkar hvør sær um vikuskiftið, avgjørdi Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum hevur samráðingarleiðsluna, at fara undir ítøkiligar samráðingar við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

 


Beinir Johannesen er samráðingarleiðari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Beinir Johannesen segði við útvarpið í gjár, at hann leggur dent á at skipa samgongu millum tríggjar teir størstu flokkarnar, tí hann heldur, at Føroyar hava brúk fyri tryggari stýring næstu árini, við teimum avbjóðingum, sum koma.

Sambandsflokkurin hevur ikki verið partur av tjóðarsemjuni, sum hinir flokkarnir hava gjørt. Beinir Johannesen heldur kortini, at tað fer at bera til at finna ein felags loysn í hesum spurninginum - eisini við Sambandsflokkin. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213