309 sethús seld í fjør

309 sethús seld í fjør
Færri bústaðir vóru bygdir í fjør enn undanfarin ár
Størsta sethúsasølan var í 2015, tá 398 sethús blivu seld. (Savnsmynd)
 
01.04.2026 - 07:59

Í fjør vóru seld 309 sethús í Føroyum.

Tey vóru 282 í 2024 og 263 í 2023, skrivar Hagtovan.

Størsta sethúsasølan var í 2015, tá 398 sethús blivu seld.   

Færri bústaðir vóru bygdir í fjør enn undanfarin ár.

Sambært Hagstovuni vóru 229 býli bygd í fjør. Tey vóru 106 sethús, eitt raðhús og 122 íbúðir.

 

Fleiri íbúðir

Í 2024 var talið 331 býli. Eisini tað árið vóru íbúðirnar í meiriluta. Tær vóru 203. Sethúsini vóru 119.

Sama er at siga um 2023. Tá vóru nýggju býlini 252, 136 íbúðir og 88 sethús.

Vit skulu heilt aftur til 2020 fyri at finna minni bústaðarbygging enn í fjør. Tá var talið 171.

Tað var gamaní koronuár.

Men í 2019 var talið 188. Tað var 218 í 2018. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576