Sjógæti farið á húsagang

Sjógæti farið á húsagang
Felagið er komið í rasshaft av menningarkvotuni, sum felagið fekk í 2018, og síðan seldi. Sjógæti skuldi gjalda 50 prosent í skatti av søluprísinum
Sjógæti fekk menningarkvotu, so farast kundi undir eina verkætlan at roykja makrel til føroyska marknaðin.
 
01.04.2026 - 09:41

Fyritøkan Sjógæti við Norðskála, er farin á húsagang.

Tað hevur leiðslan í fyritøkuni boðað frá í brævi, sum er sent viðskiftafólkunum, og tað váttar Jóhannus Martin Olsen, nevndarformaður, fyri Kringvarpinum. 

Felagið er komið í rasshaft av menningarkvotuni, sum felagið fekk í 2018, og síðan seldi.

Landsrætturin hevur staðfest niðurstøðuna hjá Føroya rætti um, at felagið skal gjalda 50 prosent í skatti av fulla søluprísinum, sum var uppá fleiri tíggjutals milliónir krónur, og tann peningin hevur fyritøkan ikki.

Kærumyndugleikin hevði annars givið Sjógæti viðhald í, at fyritøkan skuldi ikki gjalda skatt av fullu søluupphæddini.

 


Sjógæti gjørdi eisini fleiri sløg av salati. (Mynd: Sjógæti)

 

Keyptu bygning og útgerð

Alt var annars bjart, tá Sjógæti í 2018 fekk menningarkvotu frá landsstýrinum, so farast kundi undir eina verkætlan at roykja makrel til føroyska marknaðin. Sjógæti fekk eina kvotu uppá 900 tons av makreli og 540 tons av sild í fýra ár, og av tí, at mann ikki hevði eitt skip at fiska uppsjóvarfiskin, var ein avtala gjørd við eitt annað reiðarí at fiska makrelin.

Felagið fór í gongd við verkætlanina, ein bygningur varð keyptur á Eiði, maskinur og roykiovnar vóru eisini keyptir og so varð farið til arbeiðis. Men hóast fólk vóru væl nøgd við vøruna, gekk sølan ikki so væl.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

01042026_Sjogaeti

 

 

 

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776