Skulu tað vera seks aðalráð ella fleiri?

Skulu tað vera seks aðalráð ella fleiri?
Talið av aðalráðum verður ein av stóru avbjóðingunum millum ABC-flokkarnar. Floksformenninir hava allir nevnt talið seks, og tó, so er spurningurin um tað heldur
Klára teir tríggir flokkarnir, sum nú eru í ítøkiligum samráðingum, at semjast um seks aðalráð, ella vera tað fleiri?
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2026 - 18:43

 

Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin um at skipa nýggja samgongu nærkast einum samgonguskjali, sambært formanninum í Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen.

Eftir at samgonguskjalið er liðugt orðað, skulu flokkarnir semjast um málsøkjabýtið og við tí um talið av landsstýrisfólkum og at enda skulu nýggj landsstýrisfólk eisini finnast. 

Aksel V. Johannesen, sitandi løgmaður, skar talið av landsstýrisfólkum niður í seks frá fyrsta desember í 2025, tá hann segði Djóna Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, Jóhan Christiansen úr Tjóðveldi og Bjarna Kárason Petersen úr Framsókn, úr starvi. 

Avgerðin um at skerja talið av aðalráðum var fyrsta  úrslitið av nýskipanarnevndini, sum Aksel V. Johannesen setti við Ben Arabo, sum formanni. 

 

Seks ella fleiri

Floksformennirnir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum hava allir nevnt talið seks aðalráð, men nú er spurningurin, um teir fara at halda seg til tað.

Tí nú er politiska støðan ein heilt onnur. Fyri at fáa politisku kabalina millum tríggjar stórar flokkar at ganga upp hevur talið av aðalráðum verið ein hent elastikk at hava. Men spurningurin er um ov stutt tíð er fráliðin til, at allir fýra - Aksel v. Johannesen, Ben Arabo, Beinir Johannesen og Bárður á Steig Nielsen,  nú kunnu halda, at seks aðalráð ikki var so avgerandi hóast alt. Tí nýskipanararbeiðið hevur sambært Beinir Johannesen høga raðfesting í tí samgongutelving, sum gongur fyri seg í hesum døgum.

Politiski veruleikin broytist skjótt og javnan verður tikið til at politikkur er tað, sum semja kann fáast um. Ein týdningarmikil semja, sum flokkarnir skulu finna fram til, er hvussu javnvágin verður tryggjað. 

Fólkaflokkurin vann valið og hevur flest tingfólk og tí vilja tey krevja størri ávirkan, meðan Javnaðarflokkurin vil krevja stóra ávirkan fyri at fara í samgongu við tveimum borgarligum flokkum. Sambandsflokkurin krevur tryggleika frá tveimum flokkum, sum siga seg taka undir við tjóðskaparsemjuni. Umframt at avtalurnar síggjast aftur í samgonguskjalinum, so hevur málsøkjabýtið verði har, at flokkarnir hava kunnað sett síni fingramerki á førda politikkin. 

So tað er ikki einfalt hjá Beinir Johannesen at fáa ABC semjuna í lands, samstundis sum hann heldur talið av landsstýrisfólkum niðri. 

 

Lurtið eftir innslagi í útvarpinum um hetta

1804758

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266