Meistaradeildin: Javnt millum tey fremstu

Meistaradeildin: Javnt millum tey fremstu
Dreymabyrjanin hjá AB heldur fram, KÍ vann í Víkingi og sum ikki einaferð endaði grannauppgerðin millum HB og B36 2-2
Sjúrður Henriksen var kosin besti spælarin í mars, og dreymabyrjanin hjá AB helt fram í apríl
Mynd: Argja Bóltfelag  
 
06.04.2026 - 20:21

Lítið skilir tey fremstu liðini í Meistaradeildini við monnum eftir 4. umfar, sum var spælt 2. páskadag.

Dreymabyrjanin hjá AB í bestu deildini helt fram, tá argjamenn vunnu 2-0 á 07 Vestur inni í Vika. Ragnar Skála skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tíðliga í seinna hálvleiki økti Sjúrður Henriksen, sum júst er kosin besti spælarin í deildini í mars, fyri heimaliðið.

Tey flestu mundu til stuttleika hava tippað, at grannauppgerðin millum HB og B36 fór at enda 2-2. Soleiðis er úrslitið millum havnarliðini óvanliga ofta, og soleiðis var aftur hesa ferð.

Mattias Weihe Joensen setti bóltin í egið mál eftir einum góðum korteri, men Bogi Reinert Petersen javnaði fyri B36 løtu seinni. Stefan Radosavljevic legði HB á odda aftur tíðliga í seinna hálvleiki, men Bogi Reinert Petersen skoraði eitt mál afturat, og so endaði dysturin við tveimum málum í part.

 

KÍ fekk týðandi sigur

KÍ hevur fingið eina eitt sindur tunga byrjan upp á kappingarárið, men meistaraliðið gjørdi tað, sum neyðugt var á heimavølli ímóti Víkingi. Patrik Johannesen skeyt einasta málið við Djúpumýrar, og klaksvíkingar fingu trý stig, hóast spælið ikki var av tí besta allan dystin.

EB/Streymur vitjaði á Skála, har Hans Pauli á Bø skoraði tvær ferðir, og so vann útiliðið 2-1. Leygardagin vann NSÍ 2-1 á B68 í grannauppgerðini á Svangaskarði.

Tí er trongt á ovara helvt av stigatalvuni, nú øll hava spælt fýra ferðir. NSÍ er fremst við 10 stigum. AB hevur níggju stig á 2. plássi. B36 og KÍ hava átta stig, og HB er á fimta plássi við sjey stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263