Eksotiskir tónar á G!

Eksotiskir tónar á G!
Hvørt ár borðreiður G! við eksotiskum tónum og tónleiki, sum tú ikki hevur møguleika at uppliva á palli her á landi uttan í G!-vikuskiftinum, sum í ár er 16.-18. juli
 
07.04.2026 - 12:05

G! festivalurin er einasta tíðspunktið á árinum, ið tú kanst hoyra ordiliga eksotiskan tónleik á palli í Føroyum, sum tú annars noyðist ferðast uttanlanda fyri at uppliva. 

Jazzfestivalurin og Summartónarnir hava sínar løtur, men tað er serliga á G! at tú verður ríkaður við eksotiskum tónum. 

Aftur í ár er G! festivalurin á tremur við eksotiskum tónum, ið fólk eiga at geva gætur. 


AySy eru  Luna Ersahin, Aske Døssing Bendixen og Carl West Hosbond

 

AySay (DK)

Eitt tað mest spennandi navnið á G! skránni er kurdiskt/danski-bólkurin AySay, ið verður lýstur sum tónleikur uttan landamørk. 

Tey hava eitt nú spælt á Roskilde festivalinum og á Montreal Jazz Festival í Kanada.

Á odda fyri AySay stendur fjølmentaða songkvinnan Luna Ersahin og spælir saz, sum er streingjaljóðføri úr miðeystri. Kring hana eru Aske Døssing Bendixen og Carl West Hosbond.

Tónleikurin er ein samanrenning av mentanarligum íblástri úr turkiskum, kurdiskum og donskum fólkatónleiki, sum er blandaður við elektroniskan popp. 

Nýggja plátan hjá AySay, "Mal", sum er tann triðja hjá bólkinum, hevur fingið sera góða ummælir, eitt nú frá Gaffa, sum gevur henni fimm stjørnur av seks møguligum. 

Fleiri sangir av plátuni eru eisin í umferð í rásunum hjá DR. 

 

Collignon (PT/NL)

Í nógv ár hevur ljóðføristónleikur, ið dregur aftur á psykadeliska seksti- og sjeytiárabógvin, verið væl umtóktur. Nevnast kunnu bólkar sum Khruangbin úr Texas, Hermanos Gutiérrez, Gitkin og onnur.  

G! festivalurin borðreiður í ár við júst einum sovorðnum tónlistanavni, tá portugisiski og hollendski bólkurin Collignon fer á pallin. 


Collignon eru Yves Lennertz á gittar og bass, Gino Bombrini spælir trummur og Jori Collignon spælir ljómborð

 

Sinnisrúmkandi og rútmiskur ljóðføristónleikur uttan rødd, lýsir G! tónleikin hjá tríbólkinum Collignon. Talan er um ómetaliga dugnaligar tónleikarar, ið fáa áhoyrararnar at gloyma tíð og stað.

Yves Lennertz spælir gittar og bass, Gino Bombrini spælir trummur og Jori Collignon spælir ljómborð. 

Tónleikurin er upp á nógvar mátar eisini ein samanrenning av ymsum sjangrum og tíðum. Kanska ein upploysn av tíð. Júst hetta gevur áðurnevnda psykadeliska íkastið. Tað er nokk so nógv 1972 Bruce Lee og "Fist Of Fury" og "Way Of The Dragon" yvir tónleikinum. 

 

    
Orkesta Mendoza (MX)

Fíggjadagurin á G! verður í ár meksikanskur, tí tá fær festivalurin serstaka vitjan av vælmannaði bólkinum , sum kemur til Gøtu allan vegin úr Meksiko.

G! festivalurin lovar, at hann ætlar ikki at lata løtuna fara afturvið borðinum, ella sum tey skriva "tá ið teir koma her, fara vit har!"

 

So G!-fríggjadagin verður pyntað, gjørt margaritas og at etið tacos, tá ið lívligi og veitslukendi bólkurin Orkesta Mendoza kemur.

"Lívið er stutt og skal njótast við góðum fólki, mati og tónleiki," staðfestir G! festivalurin. 

Tað verður festiligt, tá Orkesta Mendoza fara á pallin. 

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 16.-18. juli


Higartil kunngjørd tónleikanøvn:

Oliver Tree (US)
Clickhaze (FO)
Ásgeir (IS)
Frændur (FO) 
Fantastic Negrito (US)
Guðrið Hansdóttir (FO)
Orkesta Mendoza (MX)
Joe & The Shitboys (FO)
Printz Board & the Butter Funk Family (US)
Dan Olsen (FO)
Moyka (NO)
Lea Kampmann (FO)
Irah (UK)
Elinborg (FO)
Jerub (UK)
Tunghoyrt (FO)
Collignon (NL/PO)
Silvurdrongur (FO)
AySay (DK)
Sakaris (FO)
Døgg Nónsgjógv (FO)
Marianna Winter (FO)
Lynks (UK)
Alterne (DK/ES/BE)
Urbanus (FO)
Tamikrest (ML)
Bolstad (FO)
Duo Ruut (ES)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472