RUV eftir ósigurin: "Føroyingar tóku alt, eisini okkara víkingaklapp. HUH!"

RUV eftir ósigurin: "Føroyingar tóku alt, eisini okkara víkingaklapp. HUH!"
Føroyingar løgdu spott afturat skaðanum í gjárkvøldið, heldur RUV, tá hondbóltskvinnurnar fyrst smurdu tær íslendsku av, og áskoðararnir eisini rændu íslendska víkingaklappið
Mynd: Bárður Lydersen  
 
09.04.2026 - 16:43

Tíðin, tá føroyingar vóru teir íslendsku víkingarnir, ið ikki megnaðu túrin yvir um hav, er væl og virðiliga farin aftur við borðinum. 

Hinvegin, so er tað ikki farið afturvið borðinum hjá íslendska ríkiskringvarpinum, RUV, at føroyingar - víkingum so líkt - tóku alt, tá hondbóltskvinnurnar smurdu tær íslendsku av við Tjarnir í gjárkvøldið. 

Føroysku áskoðararnir løgdu spott afturat skaðanum, heldur RUV, við eisini at rána víkingaklappið frá íslendingum, tá teir fagna føroysku hondbóltskvinnunum. 

Tað vóru íslendingar, ið gjørdu eykandi herrópið heimskent til EM-endaspælið í fótbólti í Fraklandi í 2016, tá Ísland vann seg í fjórðingsfinaluna. 

"Okkara egna herróp? Føroysku kvinnurnar vóru fagnaðar við víkingaklappinum, tá tær vunnu á Íslandi í EM-undankappingardystinum í Havn."

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576