Her arbeiða tey við styrkini hjá børnunum

Her arbeiða tey við styrkini hjá børnunum
Sjálvt um avbjóðingarnar kunnu vera nógvar, so eru tað styrkirnar hjá næmingunum, sum eru í miðdeplinum hjá starvsfólkunum í Skúlanum á Trøðni
 
10.04.2026 - 10:50

Tað knakar og brakar, tá tú gongur eftir gólvinum í lonunum, men sjálvt um karmarnir eru væl brúktir, so er eldhugurin hjá nýggja stjóranum eyðsýndur, tá hon vísir runt á skúlanum, og komið er til eina skúlastovu, har børnini arbeiða við evninum sólarskipanin.

- Hetta er so spennandi, tí onkur børn vita næstan alt um sólskipanina, sjálvt um tey eru smá og ganga í fyrsta og øðrum flokki. Her er nógv styrki, og her verður arbeitt við styrkini hjá børnunum, sigur Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóri.

Skúlin hevur í hesum døgum 50 ár á baki, og tað verður hátíðarhildið við samkomu, har framsýning og røður millum annað vera á skránni. 

Umleið 70 børn ganga á skúlanum, sum hevur 20 smáar flokkar. Í summum eru fýra til seks børn, og í øðrum eru bert tann eini næmingurin. Skúliin er tó ikki gjørdur til at hýsa so nógvum næmingum, so bæði garderobur og onnur rúm eru umgjørd til næmingarúm.

Tá hon varð spurd, um pláss er fyri øllum teimum, sum ynskja at fáa pláss, svarar skúlastjórin soleiðis:

- Tað lætta svarið er nei, og tað trupla svarið er, at tað royna vit at gera allíkavæl, og hvussu tað so verður gjørt, tað er við samstarvi millum ymiskar nevndir, ráð og hvat man annars kann finna av samstarvsfelagum. 

Morgunsendingin var og vitjaði føðingardagsbarnið
 

1805697

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531