Føroyar í triðja styrkisbólki til EM-lutakastið

Føroyar í triðja styrkisbólki til EM-lutakastið
Føroysku hondbóltskvinnurnar eru í triðja styrkisbólki til EM-lutakastið, sum verður hósdagin. Tað er greitt, at Føroyar ikki skulu spæla í Turkalandi ella Slovakia
Føroyar vilja ivaleyst sleppa undan Týsklandi úr styrkisbólki tvey, tá EM-lutakastið verður hósdagin
Mynd: Kollektif  
 
13.04.2026 - 12:38

Føroysku hondbóltskvinnurnar vera í triðja av fýra styrkisbólkum, tá EM-lutakastið verður hósdagin seinnapartin.

Fýra lið verða í hvørjum av teimum seks bólkunum, sum skulu spæla í ávíkavist Oradea og Cluj í Rumenia, Antalya í Turkalandi, Brno í Kekkia, Katowice í Póllandi og Bratislava í Slovakia.

Turkaland og Slovakia eru eisini í styrkisbólki trý, og tí er greitt, at føroyingarnir ikki skulu spæla bólkaspæl í Antalya ella Bratislava.

 

Styrkismetingin til lutakastið:

Bólkur 1: Noreg, Danmark, Ungarn, Frakland, Svøríki, Niðurlond
Bólkur 2: Týskland, Montenegro, Pólland, Rumenia, Spania, Kekkia
Bólkur 3: Turkaland, Slovakia, Slovenia, Sveis, Eysturríki, Føroyar
Bólkur 4: Kroatia, Serbia, Ísland, Norðurmakedonia, Ukraina, Grikkaland

 

Nógvir gamlir kenningar

Sum vera man er ilt at velja ímillum fragasta mótstøðulið úr ovasta bólkinum, men í bólki tvey ræður helst um at sleppa undan Týsklandi, sum spældi seg allan vegin í finaluni í heimsmeistarakappingini í desember, har tær máttu lúta fyri Norra.

Føroyar spældu ímóti Týsklandi í fyrsta dystinum í miðumfarinum, og tá vann Týskland 36-26. Í næstovasta bólkinum eru eisini kenningar sum Montenegro, Spania og Rumenia.

Tað er greitt, at Føroyar ikki kunnu møta vertunum Turkalandi og Slovakia ella Slovenia, Sveis og Eysturríki.

Í niðasta styrkisbólkinum er Ísland, sum Føroyar júst hevur vunnið á fyri aðru ferð, Kroatia og Serbia, sum Føroyar hava ávíkavist EM og HM-javnleikir ímóti og til seinast Norðurmakedónia, Ukraina og Grikkaland. 

EM-endaspælið verður leikt í døgunum 3. til 20. desember

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306

Annað frá KVF