Býtið av nevndarsessum verður mánadagin

Býtið av nevndarsessum verður mánadagin
Flokkarnir hava hesa vikuna til at býta nevndarsessirnar í løgtinginum millum sín, inntil tingfundur verður mánadag, har nevndirnar skulu veljast
Teir tríggir samgonguleiðararnir skulu nú býta nevndarsessirnar millum sín
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2026 - 08:54

Í gjár kom nýggja løgtingið saman fyri fyrstu ferð. 

Johan Dahl úr Sambandsflokkinum bleiv valdur til løgtingsformann, og løgmaður, Beinir Johannesen, tilnevndi nýggju landsstýrisfólkini. 

Flokkarnir hava so hesa vikuna til at býta nevndarsessirnar í løgtinginum millum sín.

 

Nevndir veljast

Tingfundur verður mánadagin. Tá skulu nevndirnar veljast.

Fólk skulu eisini veljast í Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið.

Og løgtingsgrannskoðarar skulu veljast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329