SEV-stýrisformaður: Ikki neyðugt at broyta elveitingarlógina

SEV-stýrisformaður: Ikki neyðugt at broyta elveitingarlógina
Tað er ikki neyðugt at broyta elveitingarlógina, fyri at Havsbrún skal kunna fáa streym frá ætlaðu vindmyllulundina Eysturlund hjá Effo, sigur SEV-stýriformaðurin
Haraldur Hammer, nevndarformaður í SEV
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2026 - 14:39

Elveitingarlógin skal broytast, tí annars ber ætlaða vindmyllulundin hjá Effo í Lambahaga, Eysturlund, ikki til. 

Tað tvíhelt Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, um í útvarpinum fríggjadagin.

Eftir ætlan skal vindmyllulundin hjá Effo í Lambahaga veita Havsbrúni í Fuglafirði streym. 

"Men tað er ikki neyðugt at broyta lógina fyri at fáa streym til Havsbrún frá Eysturlund," sigur Haraldur Hammer, stýrisformaður í SEV.

Haraldur Hammer er, umframt at vera stýrisformaður í SEV, valdur sum nummar 11 á listanum hjá Sambandsflokkinum til løgtingið.

 

Haraldur_Hammer_innslag

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290