- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hondbóltskvinnurnar: Vóna at síggja nógvar føroyingar í Póllandi
Hondbóltskvinnurnar: Vóna at síggja nógvar føroyingar í Póllandi
Hondbóltskvinnurnar vóna, at føroyingar leggja leiðina til Póllands at stuðla til EM, og hava toluliga góðar vónir til dystirnar ímóti vertunum og Ukraina

Súna Krossteig Hansen í HM-dysti ímóti Montenegro í HM-endaspælinum í Týsklandi síðsta vetur
Mynd: Kollektif
16.04.2026 - 23:51
Súna Krossteig Hansen, Pernille Brandenborg og Jana Mittún eru yvirhøvur toluliga væl nøgdar við lutakastið til EM-endaspælið í desember.
Lutakastið sendi Føroyar í bólk E saman við Fraklandi, Póllandi og Ukraina, og dystirnir skulu spælast í Katowice, har U21-hondbóltsmenninir spældu seg til HM-bronsu síðsta summar.
Frakland, sum kom úr ovasta styrkisbólki verður ein stórur biti at gloypa, viðgongur Súna Krossteig Hansen.
- Vit hava ongantíð spælt ímóti Fraklandi, og tær hava sitið á trónuni í altjóða hondbólti í fleiri ár, so tað verður uttan iva ein stór avbjóðing, men eisini ein, vit gleða okkum nógv til, sigur Súna Krossteig Hansen.
- Vit vónaðu eitt sindur at draga Svøríki, tí vit hava fingið góð úrslit ímóti teimum fyrr, men samstundis er tað sera spennandi at sleppa at royna seg ímóti einum liði sum Fraklandi.
Pernille Brandenborg fegnast saman við liðfeløgunum og føroysku viðhaldsfólkunum eftir javnleikin ímóti Kroatia í EM-endaspælinum í Basel í Sveis (Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)
Spennandi møguleikar ímóti Póllandi og Ukraina
Úr styrkisbólki tvey var Týskland marrumótstøðan, meðan ynskiliðið kanska var Kekkia. Føroyar sluppu undan HM-silvurvinnarunum og fingu Pólland, sum er vertur í Katowice í sunnara partinum av landinum. Pólland endaði á 11. plássi til heimsmeistarakappingina seinast.
- Vit skulu hava virðing fyri Póllandi. Tær hava millum annað ein profil sum Moniku Kobylinska, sum hevur nógvar royndir. Harafturat hava tær heimavallarfyrimun, og vit kunnu rokna við, at tær verða væl stuðlaðar, sigur Pernille Brandenborg.
- Vit hava ikki møtt teimum fyrr, men um vit skulu hava eina vón um at spæla okkum í miðumfarið, skulu vit helst vinna á teimum, heldur Jana Mittún.
Í niðasta styrkibólkinum var Grikkaland ynskimótstøðan, men Ukraina var kanska næstbesta lutakastið, halda Pernille Brandenborg og Súna Krossteig Hansen.
- Tað verða torførir dystir, men vit síggja eisini spennandi møguleikar, og vit fara at fyrireika okkum so væl sum gjørligt, sigur gjøgnumbrotssterki bakspælarin.
Jana Mittún skjýtur málið, sum endaliga tryggjaði Føroyum HM-sigurin ímóti Spania. Føroyingarnir skulu nú fyrireika seg til annað EM-endaspælið (Mynd: Jure Erzen/kolektiff)
Vónar at síggja nógvar føroyingar
Sum vera man gleða tær í føroyska hópinum seg til at royna seg í einum endaspæli triðju ferð á rað, og tær ætla enn einaferð at prógva, at tær hoyra heima á altjóða pallinum.
- Vit eru spentar at fara hagar, og vit vóna, at nógv taka túrin til Póllands at stuðla okkum. Tað hevði merkt ótrúliga nógv at fingið føroyskan stuðul frá áskoðaraplássunum, sigur Súna Krossteig Hansen.
- Líka mikið hvat lið vit spæla ímóti, vita vit, at vit skulu spæla upp til okkara besta, um vit skulu fáa stig. Samstundis vóna vit, at nógv taka túrin aftur hesa ferð og stuðla okkum aftur at spæla góðar dystir fyri Føroyar, sigur Pernille Brandenborg.
Dystarskráin
Leygardagin 5. desember: Føroyar – Ukraina
Mánadagin 7. desember: Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. desember: Føroyar – Pólland
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























