Væleydnaður bridgefestivalur

Væleydnaður bridgefestivalur
Danska parið Daniel Bang-Ortmann og Jacob Øland vunnu kappingina Tórshavnar Bridgefestival 2026. Sjey føroysk pør vóru tó í top 10
Mynd: Daniel Bang-Ortmann (høgrumegin) og Jacob Øland úr Danmark vunnu Tórshavnar Bridgefestival 2026
 
19.04.2026 - 18:47

Størsta árliga bridge-tiltakið her heima, Tórshavnar Bridgefestival, hevur verið í Dansifrøi í Havn um vikuskiftið, og aftur hesa ferð var tiltakið stak væleydnað, hóast føroyski favoritturin Bogi Simonsen ikki hevði so hepna hond saman við sínum danska makkara Palle Reimann. Teir báðir endaðu heilt afturi sum nummar 21, men sjey føroysk pør endaðu millum 10 tey fremstu pørini, teirra millum bæði nummar eitt og nummar tvey, ávikavist Jákup Hjaltalin - Arnbjørn Sivertsen og Arne Mikkelsen - Dánial Pauli Mohr. Vinnaraparið var Daniel Bang-Ortmann - Jacob Øland úr Danmark.

Bridgefestivalurin í ár var tann sjeyndi í røðini, og hann er vorðin ein væl umtókt várkapping, sum eisini dregur nógvar útlendskar spælarar til sín, eisini nógvar sterkar spælarar í altjóða høpi.

Hoyr innslag:

 

Bridge

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373