Ákæruvaldið reist ákæru móti Bakkafrosti

Ákæruvaldið reist ákæru móti Bakkafrosti
Hóast talan var um eitt mál, ið fevndi um fleiri skuldsetingar, er avgerð tikin um bara at reisa ákæru um brot á flutningskunngerðina
Ákæruvaldið hevur sent Føroya rætti ákærurit. Rætturin ger av, nær málið kemur fyri.
 
20.04.2026 - 14:35

Politiið hevur nú viðgjørt fráboðanirnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um Bakkafrost.

Málið hevur verið viðgjørt í samstarvi við Statsadvokatin í Keypmannahavn. Fráboðanirnar fevndu um fleiri ymisk brot á ymisk regluverk og serlóggávur. Talan hevur verið um rúgvusmikið tilfar at gjøgnumganga og meta um, bæði frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og frá Bakkafrosti, sigur politiið í tíðindaskrivi.

 

Tvær ákærur reistar

Avgerð er tikin um at reisa ákæru í tveimum førum, hóast talan upprunaliga var um eitt mál, ið fevndi um fleiri skuldsetingar.

Ákærurnar snúgva seg um brot á flutningskunngerðina, og ákærurit er sent Føroya Rætti, sum ásetur rættarfund í málinum.

Hinar skuldsetingarnar, sum m.a. vóru um brot á lúsakunngerðina í sambandi við lúsateljingar, eru sleptar.  Í summum førum eru skuldsetingarnar sleptar, tí fyrningarfreistin var farin, og í øðrum førum, tí tað varð mett, at prógvbyrðan ikki kundi lyftast.

                         

Drúgv viðgerðartíð

Politiið sigur, at drúgvar viðgerðartíðir eru sum heild ikki nøktandi, heldur ikki í hesum málinum. Hóast tað kunnu vera fleiri góðar orsøkir til, at málsviðgerðin av einum máli dregur út, eiga bæði politi og ákæruvald at tryggja, at viðgerðartíðin verður so stutt sum gjørligt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949