Nýggjur sóknarprestur á Tvøroyri

Nýggjur sóknarprestur á Tvøroyri
Jákup Erlingsson Petersen tekur við starvinum 1. august. Hann hevur frammanundan verið prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík
Jákup Erlingsson Petersen er settur í starv sum sóknarprestur Suðuroyar norðara prestagjaldi.
 
20.04.2026 - 09:42

Jákup Erlingsson Petersen er settur í embætið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri.

Hann byrjar 1. august. 

Roknast kann við innsetingargudstænastu, tá farið er um hálvan august, sigur heimasíðan hjá fólkakirkjuni.

Jákup Erlingsson Petersen var prestvígdur í januar 2018.

Tá bleiv hann vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. 

 

Sóknarprestur í Hvalvík

Í september 2019 bleiv hann sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík.

Fýra kirkjusóknir eru í Suðuroyar norðara prestagjaldi, Tvøroyri, Hvalba, Fámjin og Sandvík.

Bønhús er í Øðravík.

Bara ein umsøkjari var var til starvið sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi . 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098