Glasir vil sleppa av við Skúlaheimið

Glasir vil sleppa av við Skúlaheimið
Samskifti er við ymsar partar, m.a. Bústaðir, um at yvirtaka raksturin av Skúlaheiminum í Havn
Glasir vil sleppa av við raksturin av Skúlaheiminum.
 
21.04.2026 - 08:25

Glasir vil sleppa av við raksturin av Skúlaheiminum í Havn.

Tað segði Una Joensen, rektari á Glasi, i Degi og viku í gjárkvøldið.

Upprunaliga vóru tað sjálvsognarstovnar, sum róku Skúlaheimið, og tað gav eitt annað frælsi at reka heimið, sum Glasir ikki hevur.

Skúlaheimið er nú partur av rakstrinum á Glasi, og ein partur av játtanini til Glasir fer til at reka Skúlaheimið, sigur Una Joensen.

Samskifti er við ymsar partar, m.a. Bústaðir, um at yvirtaka raksturin av Skúlaheiminum.

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við nýggja landsstýrismannin í mentamálum, Bárð á Lakjuni, sum var gestur í sjónvarpsstovuni. Hann sigur seg vóna, at ein loysn verður funnin fyri summarfrítíðina.

 

SKULAHEIM_GLASIR

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF