Nýggj forkvinna í Ráðnum fyri ferðslutrygd

Nýggj forkvinna í Ráðnum fyri ferðslutrygd
Vivian E. D. Johansen hevur verið næstforkvinna seinastu árini. RFF hevur havt sín 50. ársfund
Vivian E. D. Johansen er nýggj forkvinna í Ráðnum fyri ferðslutrygd.
 
22.04.2026 - 14:06

Vivian E. D. Johansen er nýggj forkvinna í Ráðnum fyri ferðslutrygd. Hon hevur verið næstforkvinna seinastu árini, men nú Jónhild Rasmussen leggur frá sær sum forkvinna, tekur Vivian E. D. Johansen við sessinum.

Ráðið fyri ferðslutrygd hevði ársfund í síðstu viku, tann 50. í røðini.

Á fundinum vóru Karl Leonsson og Turið Madsen vald í nevndina, meðan Marjun Jógvansdóttir og Dánjal Samuelsen eru varalimir. Dan Sofus Hofgaard er eisini nevndarlimur í Ráðnum, men hann stóð ikki fyri vali hesaferð.

Tann 19. januar vóru 50 ár liðin, síðani Ráðið fyri ferðslutrygd varð sett á stovn. Ætlaða føðingardagshaldið, sum longu skuldi havt verið hildið, er útsett til seinni í ár, skrivar Ráðið fyri ferðslutrygd í tíðindaskrivi.

 

Tvey fólk doyðu í fjør

Ymsar framløgur vóru á fundinum. Jónhild Rasmussen, fráfarandi forkvinna, og Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri, løgdu ársfrágreiðingina fyri 2025 fram, har tær tíverri kundu staðfesta, at tvey fólk doyðu í ferðsluni í fjør.

Eisini høvdu umboð fyri Tórshavnar kommunu, Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, og Barbara Mikkelsen, málsviðgeri býarskipanardeildini, framløgu um ábæra ferðslu.

Og so er kanska orsøk til varligt bjartskygni, skrivar Ráðið fyri ferðslutrygd í tíðindaskrivinum. 

- Tí eftir mong ár, har talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða hevur verið áleið tað sama, sær út til, at taå gongur rættan veg. Triðja árið á rað er talið ikki størri enn árið fyri. Møguliga eru hetta fyrstu ábendingar um, at ferðslulógarbroytingin um handhildna fartelefon sæst aftur í hagtølunum, verður sagt.

Les ársfrágreiðingina her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221