Fimm fólk hava fingið álvarsligan skaða

Fimm fólk hava fingið álvarsligan skaða
Tvey tok stoyttu saman í morgun nærindis Kagerup í Norðursælandi
38 fólk vóru í báðum tokunum, sum stoyttu saman.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.04.2026 - 10:19

Í minsta lagi fimm fólk fingu álvarsligan skaða og 12 vóru løstað, tá tvey tok stoyttu saman tíðliga í morgun nærindis Kagerup í Norðursælandi.

Ein skaðanevnd er á staðnum fyri at fáa greiðu á skaðatilburðinum, og politiið ger kanningararbeiði í sambandi við óhappið.

38 fólk vóru við báðum tokunum, upplýsti Morten Pedersen, politiinspektørur, á kunningarfundi í Helsingør fyrrapartin.

Svøríki er til reiðar at hjálpa, og svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur gjørt viðmerkingar til óhappið.

- Eg havi sett meg í samband við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og boðið henni hjálp, sigur svenski forsætisráðharrin.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065