Leigan á Skúlaheiminum hækkar ikki kortini

Leigan á Skúlaheiminum hækkar ikki kortini
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur, at fyrst skal støða takast til, hvussu heimið skal rekast frameftir
Landsstýrismaðurin hevur givið boð um, at tey, sum búgva á Skúlaheiminum í Havn, skulu ikki gjalda hægri leigu fyribils.
 
23.04.2026 - 13:02

Leigan hjá næmingunum á Skúlaheiminum í Marknagili í Havn skal ikki upp, fyrr enn avgjørt er, hvussu heimið skal rekast frameftir. 

Tað sigur landsstyrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni.

Leiðslan á Glasi hevur annars gjørt av, at leigan skal hækka í august í ár og aftur í januar.

 


Bárður á Lakjuni er landsstýrismaður í mentamálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Glasir, sum rekur Skúlaheimið, má spara, og tí gjørdi leiðslan av at seta leiguna fyri at búgva á Skúlaheiminum upp, tilsamans 1.000 kr.

Leiðslan á Glasi má sostatt finna pengar aðrastaðni, hóast landsstýrismaðurin skilur, at fíggjarstøðan er sperd.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23042026_Skulaheimid

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
Summarbeiti 15. juli 2026
210975
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815