Tóku 22 nummarplátur í nátt

Tóku 22 nummarplátur í nátt
Hesa seinastu vikuna hava okkurt um 200 akfør mist pláturnar
Akstovan hevur givið politinum 799 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi.
 
23.04.2026 - 07:51

Aftur í nátt tók politiið nummarplátur av bilum.

Pláturnar vóru tiknar av 22 akførum í Havn og í Eysturoynni.

Hesa seinastu vikuna hava okkurt um 200 akfør mist pláturnar.

Men nógv eru eftir enn.

Akstovan gav politinum 799 mál um eftirstøður í veg- og umhvørvisgjaldi.

Hetta er óvanliga nógvar fráboðanir.

Biðið er um at taka nummarpláturnar av akførum, sum ikki hava goldið veg- og umhvørvisgjald fyri fyrra hálvár 2026.

Kann tann, sum eigur akfarið, ikki vísa kvittan fyri, at veg- og umhvørvisgjaldið er goldið, tekur politiið nummarpláturnar.
    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655