Úlvarnir innan úr Eysturoynni ýla aftur

Úlvarnir innan úr Eysturoynni ýla aftur
Rokkbólkurin Wolfgang er uppafturstaðin, og tað er ikki við mýkindum, tí bólkurin hevur júst útgivið sína debutplátu. Í morgin eru limirnir í Wolfgang gestir í LEITISSTEIN
Wolfgang-manningin f.v. Kári Streymoy, Einar Jacobsen, Gunnar Helmer Thomsen og Bergmann Finnsson
Mynd: Hans Kristian Eyðunson Hansen  
 
23.04.2026 - 21:45

Tað er ikki bara í Danmark, at úlvurin er komin afturíaftur. 

Eisini inni í Eysturoynni hoyrast aftur ýl frá úlvum. 

Tað er legendariski rokkbólkurin Wolfgang frá nítiárunum, ið er farin til gongu aftur, og tað er ikki við mýkindum. 

 

Eitt meistaraverk

Wolfgang hevur júst útgivið sína sjálvnevndu debutplátu, og skal mann trúgva ummælarunum hjá Kvørnini í útvarpinum, so er talan um eina sjáldsama sterka útgávu.  

"Hetta er eitt meistaraverk av einari útgávu," helt Páll Oddur Rubeksen, ið gav Wolfgang-plátuni skotsmálið 10/10. 

"Heildarúttrykið og ljóðið sparkar reyv allan vegin ígøgnum," helt Hergeir Eldevig, ið gav Wolfgang-plátuni 9/10. 

 

HOYR EISINI: Kvørnin: "Wolfgang", 23. apríl 2026

 

Gestir í LEITISSTEIN

Í morgin, fríggjadagin, klokkan 13, eru limirnir í Wolfgang gestir í LEITISSTEIN Live í útvarpinum. 

Øll plátan verður spæld, og so verður prátað um sangirnar og alt annað, ið knýtir seg at bólkinum. 

Lurtarar eru vælkomnir at geva sítt íkast til sendingina við at skriva eini smsboð á #224000 til limirnar Wolfgang. 


Wolfgang eru f.v.: Einar Jacobsen, sang, Gunnar Thomsen, bass, Kári Streymoy, trummur, og Bergmann Finnsson, gittar (Mynd: Hans Kristian Eyðunson Hansen)

 

Bergmann Finsson er gittarleikari í Wolfgang:

 

Hvat er hetta fyri ein pláta, ið tit hava givið út?

»Stílurin á plátuni er harður rokkur. Vit hava roynt at lagt okkum eftir at hava variatión innan sjangruna við. Nakrar koyrarar, okkurt meira tungt, og tvær balladur. Eisini hava vit givið pláss til, at trý av eldru løgunum hjá bólkinum eru ímillum tey 11 løgini á plátuni.«

 

Hvussu ber til, at Wolfgang brádliga er uppafturstaðin og gevur plátu út?

»Wolfgang er ongantíð orduliga givin sum bólkur og hevur spælt serliga sum akkustisk duo við mær og Einari seianstu 12-14 árini. Grundi til at vit fóru at arbeiða við plátuni var, at Einar, Gunnar, Kári og eg fóru at jamma saman fyri nøkrum árum síðani og tað menti seg skjótt til at vit fóru at arbeiða við at gera egin løg, fyrst til stuttleikar, men tankin kom skjótt at geva eina plátu út undir Wolfgang-navninum.«

 

Hvat kunnu vit vænta okkum frá tykkum? 

»Ætlanin er fyrst at vita, hvussu hendan plátan verður móttikin og royna at spæla eitt sindur live, sum vit jú elska. Wolfgang hevur altíð verið ein livebólkur, og tað ynskja vit, at hann eisini framhaldandi skal vera, nú bara við eini útgávu í skjáttuni. Onkur í bólkinum (Gunnar) er longu farin at tosa um næstu útgávuna. So ætlanin er, um hetta gongur væl, at arbeiða víðari eini plátu afturat.«

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggadag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Gestir: Limirnir í Wolfgang

GJØRT PLÁTUNA HAVA

Sangskrivarar og tilrættisleggjarar
Einar Jacobsen
Bergmann Finnsson
Kári Streymoy
Gunnar Helmer Thomsen

Tónleikarar
Einar Jacobsen (sang)
Bergmann Finnsson (gittar)
Kári Streymoy (trummur)
Gunnar Helmer Thomsen (bass)

Framleiðsla
Hans Heðinsson Hammer
(upptøkur, ljóðblanda og mastrað)

Hans Kristian Eyðunson Hansen
(Myndir)

Gyula Havancsák
(listprýtt og sniðgeving)

Upptikið 
Hans Hammer Studio, Heima Studio, Studio Block & Týr Studio)

Útgivið
TUTL
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533