Vápnahvíldin millum Ísrael og Libanon longd tríggjar vikur

Vápnahvíldin millum Ísrael og Libanon longd tríggjar vikur
Vápnahvíldin, sum upprunaliga skuldi vera í tíggju dagar, byrjaði fíggjadagin, og skuldi fara úr gildi mánadagin
Londini bæði hava ákært hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina seinastu dagarnar.
Mynd: Ayal Margolin/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.04.2026 - 08:14

Vápnahvíldin millum Ísrael og Libanon er longd í tríggjar vikur.

Tað boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá í nátt eftir samráðingar millum Ísrael og Libanon í Hvítu Húsunum í gjár, skrivar tíðindastovan Reuters.

Vápnahvíldin, sum upprunaliga skuldi vera í tíggju dagar, byrjaði fíggjadagin, og skuldi fara úr gildi mánadagin.

Hon verður nú longd eina viku aftrat.

Londini bæði hava ákært hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina seinastu dagarnar.

Longda vápnahvíldin kemur samstundis sum yvirgangsfelagsskapurin Hizbollah sigur seg hava framt rakettálop har norðuri í Ísrael, eftir at Libanon í gjár legði Ísrael undir at fremja krígsbrotsverk, tá ein libanskur journalistur eftir øllum at døma var dripin í einum ísraelskum loftálopi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065