Inntøkan hjá landskassanum minkar 20 milliónir

Inntøkan hjá landskassanum minkar 20 milliónir
Uppskot um eykajáttanarlóg er komið í tingið í sambandi við, at meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli verður strikað
At strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli til 1. august verður mett at kosta landskassanum 20 milliónir kr.
 
29.04.2026 - 08:31

Meirvirðisgjaldið skal geva landskassanum 20 milliónir krónur minni.

Landsstýrismaðuriní fíggjarmálum er komin í løgtingið við uppskoti um eykajáttanarlóg.

Sambært tí skal meirvirðisgjald geva 20 milliónir minni, tí bensin og diesel sleppa undan meirvirðisgjaldi til 1. august í ár.

Løgtingið hevði fyrstu viðgerð av uppskotinum um at strika meirvirðisgjaldi á bensini og dieseli í gjár, og málið er nú beint í fíggjarnevndina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026