Putin og Trump tosaðu um Iran og Ukraina

Putin og Trump tosaðu um Iran og Ukraina
Russiski og amerikanski forsetin hava tosað í telefon
Donald Trump og Vladimir Putin tosaðu í telefon í gjár.
 
30.04.2026 - 08:15

Russiska stjórnin segði í gjár, at Vladimir Putin, forseti, hevur tosað við amerikanska forsetan, Donald Trump, í telefon.

Reuters skrivar, at Putin skal hava sagt sína hugsan um, hvussu ósemjan um kjarnorkuætlanina hjá Iran kann loysast.

Russiski forsetin skal eisini hava mælt til fyribils vápnahvíld í Ukraina fyrst í mai, í sambandi við ársdagin fyri at seinni heimsbardagi endaði.

Seint í gjárkvøldið viðmerkti Trump samrøðuna.

- Eg tosaði um Ukraina við Putin, sigur hann, sambært tíðindastovuni Reuters.

- Vit fingu eitt sera gott prát. Eg havi kent hann leingi, legði Trump afturat.

Sambært Trump legði mælti hann í samrøðuni til eina møguliga vápnahvíld í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473