Verkafólk hava framvegis nógv at stríðast fyri

Verkafólk hava framvegis nógv at stríðast fyri
1. mai verður í dag hildin um alt landið og tað er umráðandi at stríðast fyri verkafólkið, tí enn er langt á mál, sigur forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag
Elin Kamilla Sørensen er forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag
Mynd: savnsmynd  
 
01.05.2026 - 14:27

1. mai er ein týdningarmikil dagur at halda. 

Tað slær Elin Kamilla Sørensen, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, fast. 

- Nógv er hent, men kortini er nógv eftir at stríðast fyri, sigur hon. 

 

Kenna seg ikki trygg

Sambært Elin Kamillu Sørensen hava verkafólk vunnið nógv rættindi, men enn væntar tryggleikin í gerandisdegnum. 

- Tey flestu í dag eru tímalønt. Tey eru ikki tryggjað 40 tímar um vikuna, sigur forkvinnan.

Við tí fáa tey ikki eina fasta løn, og tað er við til at skapa ein ávísan ótryggleika.

 

Eru ikki komin á mál

Tað snýr seg eisini stríðið um at varðveita vunnin rættindi, spyrt tú Elina Kamillu Sørensen.

Eitt dømi um tað er útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur til landið og sum ikki er partur av einum fakfelag,

- Tey kenna ikki til síni rættindi og fáa at vita, at um tey ikki makka rætt, missa tey starvið. Tað máar undan teimum rættindum, sum fólkið hevur í dag, tá sáttmálin ikki verður hildin. 

  

 
1810271

 

 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329