- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar kenna seg afturúr við vitlíki

Føroyingar føla seg aftanfyri, tá tað snýr seg um at brúka vitlíki í arbeiðshøpi, vísir forkanning.
Og hetta kennir Gunnleygur Clementsen aftur sum ráðgevi á Vitlíkisstovuni.
- Eg spyrji fólk: Gera tit nakað við vitlíki? Tá er svarið næstan altíð: Vit vilja gjarna, men vit eru ikki komin í gongd enn.
Sambært honum er støðið her heima lágt, tá tað snýr seg um at nýta vitlíki í arbeiðshøpi.
Og tá føroyingar verða spurdir um støðuna, er svarið eisini, at vit ikki føla, at vit eru væl við, sigur Ólavur Ellefsen, stjóri í Usable.
Sum ráðgevi upplivir Gunnleygur Clementsen vantandi stigtakan á leiðslustøði.
- Tað eru sum oftast einstaklingar, sum royna seg fram, tey eru áhugafólk, so tað er ógvuliga lítið skipað.
Rammuverkið skal rigga
Og tað er ein ávís óvissa við rammuverkinum, sum ger, at fleiri halda seg aftur, sigur Ólavur Ellefsen.
- Tað er nakað við persónsdátuvernd, trúnaðarupplýsingum og nettrygd, so mann er varin við at fara í gongd fyrr enn greiði er komið á tey viðurskiftini.
Men tað er ikki langt á mál, sambært Ólavi Ellefsen.
- Tað er bara upp til mynduleikarnar at fáa greiði á tí.
Og so leingi tað ikki hendur, kann tað hava við sær óhepnar støður, sigur Gunnleygur Clementsen.
Tí, tá starvsfólk sjálv fara undir at brúka vitlíki í arbeiðnum, kann tað koma fyri, at trúnaðarupplýsingar enda á skeivum hondum, um mann ikki er upplærdur í, hvussu tað skal ganga fyri seg.
Ein skipað tilgongd ger mun
Men um vit byrja at brúka vitlíki á ein skipaðan hátt, kann tað, sambært Ólavi Ellefsen, gera stóran mun.
Serliga kann tað lætta um fyrisitingarligu- og umsitingarligu byrðuna á arbeiðsplássum.
Og meðan vit eru sera trýst á umsorganar- og heilsuøkinum, kann hetta aftur geva fleiri hendur til umsorganina í fakunum, sigur Ólavur Ellefsen.
Men tá er tað eisini týdningarmikið at upplýsa væl um tøknina, tí hon kann skapa stúran millum starvsfólk, sum ikki vita, hvat vitlíki vil siga fyri teirra arbeiði, og um tey kunnu missa arbeiðið, sigur Gunnleygur Clementsen.
Nógvir eru spurningarnir, og sambært Ólavi Ellefsen noyðast vit at taka støðu og byrja arbeiðið.
- Vit kunnu velja at lata vitlíki stýra okkum, ella vit stýra vitlíkinum. Tí tað kemur óansæð, so tað snýr seg um, hvussu vit best gagnnýta tað, sum tað kann.


























