Óli og GOG í DM-hálvfinalurnar

Óli og GOG í DM-hálvfinalurnar
Óli Mittún var millum bestu spælararnar á vøllinum, tá GOG smurdi Skjern av og spældi seg í hálvfinalurnar um danska meistaraheitið í hondbólti
Óli Mittún er væl fyri í løtuni. GOG hevur tryggjað sær pláss í DM-hálvfinalunum, og í næstum er HM-playoff á skránni
Mynd: hsnlau/GOG  
 
04.05.2026 - 06:37

Óli Mittún skal spæla hálvfinalur í kappingini um danska meistaraheitið í hondbólti.

Tað gjørdist greitt, tá GOG smurdi Skjern av á heimavølli og tryggjaði sær 2. plássið í sínum bólki í endaspælinum aftanfyri Aalborg.

Føroyski bakspælarin var stórspælandi og taldist millum teir bestu hjá teimum gulu og reyðu. Hann skoraði seks mál upp á níggju málroyndir og átti harafturat næstsíðstu hond á heili sjey málum.

GOG hevur ein dyst eftir í bólkaspælinum. Hann er á útivølli ímóti Aalborg, sum er trý stig frammanfyri, og tí kann GOG ikki fáa stórliðið aftur.

Í løtuni sær út til, at GOG skal møta SAH, har Jóhan á Plógv Hansen telist millum lyklaspælararnar, í hálvfinalunum. SAH er fremst í sínum bólki í løtuni frammanfyri Mors-Thy.

 

Jana rakk ikki endaspælinum - Súna og tær bjargaðu sær

Um vikuskiftið varð eisini greitt, at Jana Mittún og Viborg ikki røkka hálvfinalunum í kappingini um meistaraheitið. Viborg tapti 30-35 fyri Odense á heimavølli í einum dysti, har Jana Mittún skeyt fýra mál og legði upp til seks. Harumframt vann hon Viborg trý brotskøst.

Kappingarárið hevur kortini meir at bjóða upp á. Jana Mittún og tær skulu nevniliga spæla Final Four í European League miðskeiðis í mai.

 


Viborg rakk ikki DM-endaspælinum, men Jana Mittún skal spæla um gullið í European League miðskeiðis í mai.

 

Í hinum endanum á stigatalvuni var Súna Krossteig Hansen týðandi, tá Skanderborg vann á Aalborg og tryggjaði sær plássið í bestu deildini. Baksspælarin, sum er á veg til Buducnost í Montenegro, skoraði seks, legði upp til eitt og vann fleiri brotskøst.

Tað verður tí Aalborg, sum skal spæla upp- og niðurflytingardystir. Aalborg hevur landsliðsmálverjan, Anniku Fríðheim Petersen í hópinum, men hon hevur mestsum ikki spælt í fleiri mánaðir og skiftir til Enea MKS Gniezno í bestu pólsku deildini í summar.

Tað verður Ajax Keypmannahavn við teimum trimum landsliðsspælarunum, Elsu Egholm og Lív og Vár Bentsdóttir Zachariasen, sum skulu spæla ímóti Aalborg og royna at flyta upp í bestu deildina.

Høj við Maritu Mortensen á liðnum vann niðara endaspælið. Bakkurin er á veg til Nykøbing Falster. Ringkøbing við Raku Wardum í málinum endaði á 2. plássi í niðara endaspælinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762