Svenska sjóverjan tikið skip í russiska skuggaflotanum

Svenska sjóverjan tikið skip í russiska skuggaflotanum
Skipið er á listanum hjá ES, Bretlandi og Ukraina um revsitiltøk
Jin Hui verður hildið at vera partur av russiska skuggaflotanum.
Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix  
 
04.05.2026 - 13:59

Svenska sjóverjan fór í gjár umborð á eitt skip, sum er undir illgruna fyri at vera partur av sonevnda skuggaflotanum hjá Russlandi.

Tað skrivar svenski ráðharrin fyri sivilverju, Carl-Oskar Bohlin, á X.

Skipið eitur Jin Hui, og verður hildið at sigla undir følskum flaggi.

Skipið er, skrivar Bohlin, á listanum hjá ES, Bretlandi og Ukraina um revsitiltøk.

 

Á veg inn í Eystrasalt

Sambært almennum skipadátum frá Marine Traffic, kom skipið úr Skagerrak og sigldi gjøgnum Oyrarsund, millum Svøríki og Danmark, á veg inn í Eystrasalt.

Hetta er fimtu ferð, at svenska sjóverjan fer umborð og steðgar einum tangaskipi á henda hátt.

Skuggaflotin er skip, sum sigla undir flagginum hjá øðrum londum, men í roynd og veru eru knýtt at Russlandi gjøgnum fløktar ognar-skipanir, og verða brúkt til at sleppa uttan um revsitiltøk. 

Nógv teirra eru í ringum standi og hava onga trygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598