Tvey skip álopin í Hormuzsundinum

Tvey skip álopin í Hormuzsundinum
Lopið varð á eitt farmaskip og eitt oljutangaskip, men í báðum førum sluppu manningarnar snikkaleysar
Siglingin í Hormuzsundinum er nógv tarnað, og í gjár vórðu tvey skip álopin.
Mynd: Shutterstock.com  
 
04.05.2026 - 08:33

Tvey skip vórðu álopin í Hormuzsundinum í gjár. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði í gjárkvøldið, at USA fer at hjálpa skipum at ferðast ígjøgnum týdningarmikla sundið frá mánadegnum, - tvs. í dag.

Bretski skipatrygdarmyndugleikin UKMTO, fekk í gjár fráboðanir um tvey álop í strategiskt týdningarmikla sundinum.

Í øðrum førinum var talan um eitt farmaskip, sum boðaði frá, at tað var fyri álopi frá fleiri smábátum, góðar 10 fjórðingar vestan fyri iranska býin Sirik. 

Manningin umborð slapp snikkaleys, og hon hevur fingið boð um at halda fram, men at vísa varsemi.

Eingin hevur tikið ábyrgdina av álopinum á farmaskipið. Hinvegin boðaði iranska tíðindastovan Fars frá seint gjár, at iranska sjóverjan hevði steðgað einum skipi fyri at kanna skjøl. 

Stovnurin nevndi einki um álop.

 

Oljutangaskip rakt

Nakað seinni varð eitt oljutangaskip rakt av ókendum skotvápnum meira enn 70 fjórðingar norðan fyri oljuhavnina Fujairah í Sameindu Arabisku Emiratunum. 

Manningin slapp eisini snikkaleys á hesum skipinum, og fekk boð um at halda fram við varsemi.

Myndugleikarnir fara at kanna hendingarnar, upplýsir UKMTO.

Vanliga fara umleið ein fimtingur av heimsins olju gjøgnum Hormuzsundið, sum knýtir saman Persaflógvan og Indiska havið. 

Eftir at USA og Ísrael fóru í kríggj móti Iran fyri góðum tveimum mánaðum síðani, er nærum eingin skipaferðsla í sundinum, og tað ávirkar oljuprísin á heimsmarknaðinum, sum er vorðin munandi dýrari.

Iranski politikarin Ebrahim Azizi, sum er formaður í nevndini fyri tjóðarverju í iranska tjóðartinginum, segði í nátt, at amerikonsk uppílegging er brot á vápnahvíldina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815