Stolnir lutir í Havn settir til sølu á Rótikassanum á Facebook

Stolnir lutir í Havn settir til sølu á Rótikassanum á Facebook
Lutir, sum vóru stolnir í handlum í Havn, komu undan kavi aftur í Rótikassanum á Facebook, har teir vóru til sølu
 
05.05.2026 - 09:22

Einki er ov stórt ella lítið til at blíva selt á Rótikassanum á Facebook. 

Beint nú eru bæði leikur, klæðir og bátar til sølu á væl umtókta sølutorginum, har tað eru yvir 45.000 brúkarar knýttir at. 

Men herfyri blivu ymiskir lutir settir til sølu á Rótikassanum á Facebook sum fólk í einum handli í Havn kendust við. 

 

Solnir lutir

Tað vísti seg nevniliga, at lutir vóru stolnir í handlum í Havn, og síðani settir til sølu á Rótikassanum á Facebook.

Politiið kom upp í málið og tann, sum seldi, er nú skuldsettur fyri stuldur.

Politiið veit ikki at siga, um okkurt av tí, sum var stolið, var selt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541