Landið fekk 150 millónir í avkasti

Landið fekk 150 millónir í avkasti
Afturgongdin vendist til framgongd, so hvørt sum lond gjørdu nýggjar handilsavtalur sínámillum, og óttin fyri inflatión og búskaparligari afturgongd spakuliga minkaði.
Fíggjarognir landskassans góvu 150 milliónir krónur í avkasti í fjør. Tað svarar til 3,3 prosent.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2026 - 09:34

Fíggjarognir landskassans góvu 150 milliónir krónur í avkasti í fjør.

Tað svarar til 3,3 prosent.

Fyrstu mánaðirnar í árinum var gongdin á fíggjarmarknaðum óstøðug, sigur Landsbankin. 

Tað var, tá amerikanski forsetin,Donald Trump, fyrst í apríl mánaða, legði fram ætlanir um nýggjar tollásetingar á nærum øll heimsins lond. Hetta førdi til stórt fall á partabrævamarknaðinum. 

Kortini vendist hendan afturgongdin lutfalsliga skjótt til framgongd, so hvørt sum lond gjørdu nýggjar handilsavtalur sínámillum, og óttin fyri inflatión og búskaparligari afturgongd spakuliga minkaði. 

Í seinna hálvári broyttist myndin nógv, og nýtt bjartskygni kom, sigur Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541